Nýggjastu tíðindi

Verkætlan Ævintýr

Vit fara næstu mánaðirnar at arbeiða við evninum Ævintýr.

Verkætlanin er ein partur av eini felags tiltaki millum fleiri stovnar í Tórshavnar kommunu. 

Av tí at vit nýta endurnýtslutilfar til kreativa partin av verkætlanini verður hon í ár ein partur av umhvørvisvikuni, sum í ár verður í tíðarskeiðnum 7. -14. maj.

Ein partur av viðarlundini skal umskapast til ein ævintýraheim og vit sleppa eisini at útstilla ymiskt á torginum í SMS

Í hesum sambandi hava vit gjøgnum seinastu mánaðarnir havt nakað av fokus á ævintýr á ymiskar mátar. Vit hava lisið ymisk ævintýr, sæð film, gjørt svør o.a.

Vit hava meðan jólastákan hevur verið á skránni ikki gjørt so nógv burturúr ævintyrevninum men eru nú byrjaði aftur.

Í dag hava vit havt vitjan av Vivian Sjóklett, ið hevur spælt sjónleik saman við børnunum. Hon segði ævintýr og fekk børnini at spæla samstundis. Ein sera stuttlig og inspirerandi løta.

 

 


Samstarv um elstu børnini í barnagarðinum

Sum nakað nýtt eru vit á ár farin at samstarva við aðrar stovnar í okkara øki um Spírarnar, sum eru okkara elstu barnagarðsbørn. Fleiri stovnar hava bert smáar bólkar, soleiðis at virksemi í ávisum førum er avmarkað. Einaferð um mánaðin verður tí skipa fyri felags tiltøkum og er ætlanin eisini at fara á eina felags legu móti sumri.

Fyrsta felagstiltaki,ð ið var ein ítrottardagur, hildin á Tórsbreyt eydnaðist sera væl.


Kalendari

Feriur og aðrir frídagar fyri Barnagarðin og vøggustovuna í 2016:

- Ráðleggingardagar 1. apríl og 9. september

- Allir halgidagar

- Flaggdagin 25 apríl

- summarferia vika 28,29 og 30

- millum jól og nýggjár

Tórshavnar kommuna veitir stovnspláss til tey, ið ikki hava møguleika at halda feriu meðan stovnurin er stongdur um summarið og millum jól og nýggjár. Neyvari kunning kemur seinni.

 

Feriur og aðrir frídagar í frítíðaraskúlan  2016:

- Ráðleggingardagar 1. apríl og 9. september

- Allir halgidagar

- Flaggdagin 25 apríl

- summarferia vika 26-32

- Tá skúlin hevur jólafrí 21.12.16 - 03.01.17

Tórshavnar kommuna skipar fyri einum frítíðarskúlatilboði ein part av summarfrítíðini fyri 1. og 2. flokk, sum tit fáa kunning um  seinni í vár.

 

Dagar har frítíðarskúlin hevur longur opið enn vanligt, um tørvur er á tí:

(3. flokkur sum er undir aðrari skipan enn 1. og. 2. flokkur fylgir altíð skúlafrítíðini og er onki frítíðarskúlatilboð til tey niðanfyri nevndu dagarnar)

- í páskavikuni og heystfrítíðini 7.45-17.00- Einstakir dagar ásettir av mentamálaráð og skúla, sum tit verða kunnaði um so hvørt teir koma.

 

 

 

Myndir úr Dagstovninum á Velbastað

Námsætlan

Les okkara námsætlan sum PDF